Ólavsøkukonsertin 2010!

VINN ATGONGUMERKI TIL ÓLAVSØKUKONSERTINA
10 atgongumerkir verða burturlutaði millum øll tey ið eru meldað til "Gev mær boð"-skipan okkara. Trekt verður mikudagin 21. juli og vinnarnir fáa beinleiðis boð.
Um tú meldar teg til "Gev mær boð" skipanina, fær tú teldupost frá okkum, tá vit hava okkurt nýtt, sum t.d kappingar og tiltøk, á skránni. Samstundis kanst tú vera við í einum lutakasti um at gerast "Kundin hendan mánaðin"
Ólavsøkukonsertin 2010, ið verður í Tórsgøtu, hevur nøkur av bestu tónleikanøvninum í Føroyum á skránni. Harumframt er høvuðsnavnið í ár danski bólkurin Duné. Millum føroysku nøvnini kunnu nevnast Páll Finnur Páll, Guðrið Hansdóttir, Bet You Are William, Crawling Blue og Jens Marni.
|